RÁÐGEVING

Steingrund Akustik veitir loysnir og ráðgeving innan alt, sum hevur við ljóð, ljós, video og palltøkni at gera. Undir hesum hoyrir projektering av nýbyggingum, umbygging og útgreining av ser-tekniskum loysnum.


Odeon.jpg

Steingrund Akustik kann hjálpa við øllum sum hevur við ljóð at gera. Um tað er óljóð millum rúm, eftirklangstíð ella trinljóð, so kunnu vit viðmæla hvat skal gerast fyri at bøta um støðuna. Soleiðis at øll krøv verða gingin á møti.

Soundplan.jpg

Í samband við óljóð frá virkjum, skipum og øðrum, kunnu vit gera ljóðmátingar og útrokningar fyri at kanna støðuna, og viðmæla hvat kann gerast, fyri at fáa óljóði niður á eitt góðtikið virið.

Steingrund Akustik veitir eisini loysnir og ráðgeving innan ljóð, ljós og video tøkni. Um tað er til eitt lítið spælihøli, konserthallir, studio ella kirkjur, so finna vit bestu loysnuna til tín.