STØRV..JOBS

….Í LÆRU SUM EVENT-TØKNINGUR (TILTAKS-TØKNINGUR)..APPRENTICSHIP AS AN EVENT TECHNICIAN….

….

Veitst tú, hvat kann lyfta eina konsert frá at vera góða til at vera ordiliga góða? Og veitst tú, hvussu tú kanst gera ein fyrilestur enn meira áhugaverdan? Jú sært tú, um tiltakið verður væl ljóð- og ljóssett, verður tað lyft á eitt heilt annað støði.

Um tú ert til gott ljóð og vakurt og effektivt ljós, les so víðari. Tí kanska er hetta júst møguleikin, tú hevur leitað eftir. Steingrund Akustik byggir pallar, fyrireikar ljóð og ljós til konsertir, fyrilestrar, sjónleikir og mangt, mangt annað.

Steingrund Akustik søkir í løtuni eftir einum event-tøkningi (tiltaks-tøkningi) at byrja í læru í summar. Talan er um 4 og eitt hálvt ára útbúgving, líknandi einari vanligari handverkara útbúgving, har ein skiftur ímillum skúlatíð í Danmark og starvstíð á læruplássinum. Møguleiki er velja sær sergrein (speciale) innan ljóð ella ljós. Talan er um fulltíðar útbúgving og -starv. Starvsplássið er hjá Steingrund Akustik í Runavík, og skúlatíðin er á EUC Nord í Frederikshavn í Danmark.

Sum lærlingur kemur tú at arbeiða saman við restina av okkara toymi av dugnaligum tøkningum. Tú kemur eisini at samstarva beinleiðis við fyriskiparar av tiltøkum, og øllum sum fáast við framførslur annars.

Tú kemur at læra alt um at seta rætt ljós í røttum umstøðum, og tú kemur eisini at arbeiða nógv við ljóðuppsetan og ljóðviðger. Tú lærir nógv um útgerð og hvussu hendan verður handfarin. Útbúgvingin er bæði handalig og bóklig.

Uppgávur:

Tú kemur m.a. at hava hesar arbeiðisuppgávur:

  • Uppseting og niðurtøka av ljóð og ljós í samband við konsertir o.a.

  • Avvikling av konsertum, ráðstevnum o.ø. sum antin ljóð- ella ljós-tøkningur.

  • Fyrireiking av størri og smáum tiltøkum, gerða tilboð, samskifti við kundar o.s.f.

  • Viðlíkahald av tekniskari útgerð.

  • Hjálpa til í ørðum partum av fyritøkuni tá ið tørvur er á tí, sum t.d. at installera tekniska útgerð í kirkjum, ljóðmátingar á virkjum og mangt annað.

Vit bjóða tær:

  • Eina útbúgving sum gevur tær nógvar starvsmøguleikar eftir lokna lærutíð.

  • Eina lærutíð sum gevur tær breiða vitan og royndir í einari vinnu í stórari menning.

  • Eina fjølbroytta lærutíð har eingin dagur er eins.

Arbeiðistíðin er 40 tímar um vikuna, og kvøld- og vikuskiftisarbeiði kemur at verða ein natúrligur partur av tínari lærutíð.

Um tú hevur spurningar til útbúgvingina kanst tú venda tær til stjóran Jóhannes Steingrund á tlf 228680 ella senda teldupost til johannes@steingrund.com.

Umsóknir skulu sendast skrivliga til johannes@steingrund.com. Freistin at søkja er 1. mai 2024 kl 16:00.

Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn. Lærutíðin byrjar í summar, men møguleiki er fyri at byrja sum fríyrkisfólk árenn tað.

Um fyritøkuna Steingrund AkustikFyritøkan sera fjølbroytt, men arbeiðir fyrst og fremst innan hesi trý øki:

  • Ráðgeving um ljóðvirðurskifti/akustik, herundir ljóðmátingar (verkfrøði)

  • Útleigan av ljóð- ljós- video- og pall tøkni, til konsertir, festivalar, veitslur, ráðstevnur, osfr.

  • Projektering og installatiónir av ljóð- ljós- video- og pall útgerð til konserthøli, kirkjur, samkomuhús osfr.

..

Do you know what can elevate a concert from being good to being truly excellent? And do you know how you can make a lecture even more engaging?

If you appreciate good sound and beautiful and effective lighting, then read on. Because this might be the opportunity you've been looking for. Steingrund Akustik builds stages, prepares sound and lighting for concerts, lectures, theatrical performances, and much, much more.

Steingrund Akustik is currently seeking an event technician trainee to start an apprenticeship this summer. This entails a 4 and a half year education, similar to a regular tradesworker education, with alternating periods of schooling in Denmark and work experience at the company. You have the opportunity to choose a specialty in either sound or lighting. It's a full-time education and job. The workplace is at Steingrund Akustik in Runavík, and schooling takes place at EUC Nord in Frederikshavn, Denmark.

As an apprentice, you will work together with the rest of our team of skilled technicians. You will also collaborate directly with event organizers and everyone involved in performances. You will learn all about setting the right lighting in the right conditions, and you will also work extensively with sound setups and sound engineering. You'll learn a lot about equipment and how it's handled. The education is both practical and theoretical.

Tasks:

You will have these tasks, among others:

  • Setting up and dismantling sound and lighting for concerts and other events.

  • Running concerts, conferences, etc., either as sound or lighting technician.

  • Preparation for large and small events, making offers, communicating with clients, etc.

  • Maintenance of technical equipment.

  • Assisting in various parts of the company as needed, such as installing technical equipment in churches, sound measurements at venues, and much more.

We offer you:

  • An education that provides you with many job opportunities after completing your training.

  • An education that gives you broad knowledge and experience in a job in a larger cultural context.

  • A diverse education where no day is the same.

The working hours are 40 hours per week, and evening and weekend work will be a natural part of your training.

If you have any questions about the education, you can contact manager Jóhannes Steingrund at phone number 228680 or email: johannes@steingrund.com.

Applications must be sent in writing to johannes@steingrund.com. The deadline for applying is May 1, 2024, at 4:00 p.m.

Applications will be processed as they are received. The training starts in the summer, but there is a possibility to start as a freelancer before that.

About the company Steingrund Akustik:

The company is diverse but primarily operates within these three areas:

  • Consulting on sound environments/acoustics, including sound measurements (engineering). 

  • Rental of sound, lighting, video, and stage technology for concerts, festivals, events, conferences, etc. 

  • Design and installation of sound, lighting, video, and stage equipment for concert halls, churches, community centers, etc.

….

….FRÍYRKISFÓLK..FREELANCERS….

….

Steingrund leitar altíð eftir dugnaligum fríyrkis fólkum. Um tú hevur áhuga í at arbeiða við ljóð, ljós og video, so set teg í samband við okkum.

..

Steingrund is always looking for qualified freelancers. If you have an interest in working with sound, lights and video, you are welcome to contact us.

….