Keypstreytir hjá steingrund (B2B)

Galdandi fyri keyp av útgerð frá Steingrund Akustik Sp/f

Hesar keypstreytir eru galdandi fyri alt keyp av vørum frá Steingrund Akustik Sp/f hereftir nevnt “veitarin”, uttan so at annað er skrivliga avtalað. Keyparin verður hereftir nevndur “kundin”.

1. Gildisøki

Hesar treytir fevna um:

  • Sølu av útgerð (mikrofonir, hátalarar, ljóð-/ljóspultar, uppvørpur, kaðlar, tilhoyr o.a.)
  • Sølu av forbrúksvørum
  • Sølu av serligum vørupakkum ella fastsettum veitingum

Treytirnar eru galdandi fyri øll tilboð, fakturar og keypsavtalur. Við at góðtaka tilboð, leggja inn bílegging ella móttaka vørur frá veitaranum, váttar kundin at hava lisið og góðtikið hesar keypstreytir.

2. Prísir og gjalding

  • Allir prísir eru uttan MVG, uttan so at annað stendur.
  • Tilboð eru galdandi í 14 dagar frá dagfestingini, um ikki annað er skrivað.
  • Gjaldfreist er 10 dagar frá fakturadegi, um ikki annað er avtalað.
  • Um gjalding ikki er móttikin, í seinasta lagi á ásettum gjaldsdegi, verður renta roknað sambært galdandi lóg.
  • Veitarin kann biðja um partvísa ella fulla gjalding av vøru áðrenn levering, serliga tá talan er um stórar upphæddir.

3. Veitingartíð

  • Uppgivnar veitingartíðir eru vegleiðandi og kunnu broytast vegna framleiðslu- ella flutningstrupulleikar.
  • Veitarin kann ikki ábyrgdast fyri beinleiðis ella óbeinleiðis tap orsakað av seinking í veitingini.

4. Útflýggjan av vørum

  • Útflýggjan av vøru fer fram á goymsluni hjá veitaranum ella við avtalaðum flutningi.
  • Flutningur verður goldin av kundanum, um ikki annað er avtalað.
  • Frá tí løtu vøran er útflýggjað ella latin flutningsfelag, ber kundin allan váða fyri skaða, burturmista vøru ella seinking í flutningi.

5. Móttøka og kanning av vøru

  • Kundin hevur ábyrgd av at kanna vøruna beinanvegin, tá hon verður útflýggjað.
  • Um vøra manglar, hevur sjónligar skaðar ella nøgdin er skeiv, skal hetta fráboðast veitaranum beinanvegin, og í seinasta lagi 48 tímar eftir at vøran er útflýggjað.
  • Um hetta ikki verður gjørt, missir kundin rættin til at klaga um feilir.

Duldir manglar (feilir, ið ikki eru sjónligir við móttøku)

Um kundin seinni finnur manglar, sum ikki vóru sjónligir við vanligari kanning við útflýggjan, skulu hesir fráboðast innan 8 dagar eftir at kundin hevur móttikið vøruna.

Krav til fráboðan

Fráboðan um manglar/skaða skal:

  • Vera skrivlig.
  • Skjalprógvast við myndum ella video.
  • Greiða frá hvørjir manglar ella skaðar eru.

Um kundin ikki heldur hesar freistir, fellur rætturin til endurgjald burtur.

6. Garanti

Kundin fær vanliga sama garanti sum upprunaligi framleiðarin av vøruni bjóðar (vanliga 1–2 ár).

Garanti fevnir ikki um:

  • Vanligt slit, feilnýtslu, vatnskaðar, el-skaðar.
  • Skaða eftir skeiva íbinding.
  • Skaða eftir umvæling sum ikki er framd av veitaranum.
  • Arbeiðsløn í samband við demontering, montering ella aðrar fylgjuútreiðslur uttan so at hetta er skrivliga avtalað.

7. Manglar og endurgjald

Við manglum/skaðum á vøru hevur veitarin eftir egnum vali rætt til fyrst at veita umvæling ella umbýting av vøruni. Um hetta ikki er møguligt innan rímiliga tíð, kann talan verða um endurgjald ella príslækking.

Hevur kundin tikið vøruna í nýtslu, hóast sjónligir manglar hava verið, minkar endurgjaldsheimildin.

Veitarin kann ikki ábyrgdast fyri beinleiðis ella óbeinleiðis tap, orsakað av skaðum ella manglum í vøru, sum er keypt frá veitaranum.

8. Ognarrættur

Vøran er ogn hjá veitaranum inntil:

  • Kundin hevur goldið fyri vøruna.
  • Møguligar rentur eru goldnar.
  • Allar avtalur knýttar at keypinum eru hildnar.

Um kundin ikki rindar:

  • Hevur veitarin rætt at heinta vøruna aftur.
  • Kundin verður í hesum sambandi uppkravdur fyri útreiðslur í samband við afturheinting.

9. Returnering

  • Returnering krevur skrivliga avtalu.
  • Vørur kunnu bert latast aftur um tær eru:
  • Óbrúktar.
  • Óútpakkaðar.
  • Í upprunaligum standi.
  • Fakturi finst fyri vøruna.

10. Force majeure

Veitarin er frítikin ábyrgd fyri seinkingum og brekum orsakað av:

  • Veðri
  • Sjúku, arbeiðssteðgi, verkfalli
  • Kríggi, farsóttum, flutningstrupulleikum
  • Seinkingum frá undirveitarum
  • Force majeure sambært danskari/almennari praksis

11. Ábyrgdaravmarking

Veitarin kann ikki ábyrgdast fyri:

  • Óbeinleiðis tapi, t.d. mistar inntøkur ella avlýst tiltøk orsakað av vøra ikki riggar sum hon skal.
  • Vinningstapi hjá keypara ella triðjaparti.

Maksimal ábyrgd er avmarkað til keypsvirðið á viðkomandi vøru.

12. Ósemjur

Allar ósemjur verða viðgjørdar sambært føroyskum lógum og við Føroya Rætti sum rættarstað.