Soundplan.png

LJÓÐMÁTINGAR

Í samband við óljóð uttandurða gera vit eitt sokallað óljóð- ella støjkort, sum vísir ljóðtrýstið yvir eitt geografiskt øki. Hetta kann vera frá vegum, havnum, virkjum, byggiplássum o.s.fr.

Vit nýta ljóðmátarar til at stafesta støðuna og kunnu nýta hesar upplýsingar til kanna um óljóði gongur krøvum á møti.

Útrokningar vera gjørdar við forritinum SoundPlan, sum fær upplysingar um av økinum (hæddarkurvar), og óljóskelduni. Síðani gera vit eitt viðmæli um hvat kann gerast fyri at bøta um støðuna.