SØLA

Steingrund Akustik veitir alla tekniska útgerð til fastar installatiónir og annað brúk. Tað kann verða í leysari sølu, men vit bjóða eisini heildarloysnir, har vit projektera, veita hóskandi útgerð og gera installatiónina á staðnum.

Vit hava góðar avtalur við veitarar, sum umfata alla ljóð, ljós og video-útgerð. Harafturat kunnu vit veita lørift, heysiverk, gardinur, teppir og aðrar absorbentar og diffusarar.

Merki sum vit hava góðar avtalur við eru m.a.:
L-Acoustics, Renkus-Heinz, RCF, Soundcraft, Allen&Heath, Shure, Sennheiser, DPA, Jocavi, Powersoft, Tannoy, Genelec, Panasonic, Gerriets og Robe.