UM FYRITØKUNA

 

Steingrund Akustik er ein familjufyritøka, stovnað av Johannes Steingrund, sivilverkfrøðingi við sergrein í akustikki. Fyrsta verkætlan, sum vit gjørdu rúm-akustik til, var Mentanarhúsið í Fuglafirði. Projekteringin varð gjørd í 1993, og húsið varð tikið í nýtslu í 2001. Síðst í nítiárunum vórðu tær fyrstu ljóðmáti-uppgávurnar gjørdar. Millum annað í samband við umvæling av Havnar Kirkju, og í Gøtu Kirkju. Í 2001, tá familjan Steingrund flutti til Føroya at búgva, varð av álvara farið undir at veita ráðgeving um ljóðviðurskifti til byggivinnuna í Føroyum. Fyrstu árini koyrdi virkið sum ein eitt-manns-fyritøka, síðani sum mvg-skrásett felag, og í 2007 varð fyritøkan skrásett sum smápartafelag. Síðani 1989 hevur Johannes Steingrund arbeitt fyri hátøknifyritøkuni, Bruel & Kjær, ið er ein stór donsk fyritøka við fleiri deildum úti í heimi. Fyritøkan framleiðir mátiútgerð til ljóð, og Bruel & Kjær er framvegis í dag ein týðandi samstarvsfelagi og kundi hjá Steingrund Akustik.

Í dag er Steingrund Akustik ein fjølbroytt fyritøka við víttfevnandi førleikum, sum kann veita ráðgeving, útleiging og sølu á øllum økjum innan ljóð, ljós, video og palltøkni.