Leigutreytir hjá steingrund

Galdandi fyri leigu av útgerð og tænastum frá Steingrund Akustik Sp/f

Treytingar eru ætlaðar handli millum vinnufyritøkur.

Treytir verða eisini nýttar mótvegis privatkundum, so vítt tær ikki eru í stríð við føroysk/evropeisk brúkararættindi.

1. Gildisøki

Hesar treytir eru galdandi fyri alla leigu av útgerð frá Steingrund Akustik Sp/f, hereftir nevnt “veitarin” bæði við og uttan teknikara, um ikki annað er skrivliga avtalað. Kundin verður hereftir nevndur “leigarin”.

2. Leigutíðarskeið og avhending

  • Leigutíðarskeiðið byrjar, tá ið útgerðin verður útflýggjað frá veitaranum, antin á lagrinum hjá veitaranum ella við levering á avtalaðum stað.

  • Leigutíðarskeiðið endar, tá ið útgerðin er latin aftur á goymslu og góðkend av veitaranum.

  • Fyrsti og seinasti dagur telja sum heilir leigudagar.

  • Styttsta leigutíðarskeið er ein dagur.

  • Veitarin kann taka myndir og video av útgerðinu áðrenn hon verður útflýggjað, fyri at dokumentera standin á henni.

  • Leigað útgerð kann ikki latast víðari til triðjapart ella framleigast uttan skrivligt loyvi frá veitaranum.

    Um arbeiðið hjá veitaranum verður seinkað orsakað av viðurskiftum hjá leigaranum, ella orsakað av triðjaparti sum arbeiðir fyri leigaran, hevur veitarin rætt til at fakturera bíðitíð, eyka arbeiðstíð og møguligar eykaútreiðslur sambært galdandi prísum

3. Prísir og gjalding

  • Allir prísir eru uttan MVG, um ikki annað er nevnt.
  • Skrivlig tilboð eru galdandi í 14 dagar frá teirri dagfesting, um annað ikki er avtalað.
  • Gjalding skal fara fram sambært faktura og teimum gjaldstreytum, sum har eru ásettar.
  • Veitarin hevur rætt til at krevja forskotsgjald ella trygd fyri leiguupphæddini, áðrenn útgerð verður útflýggjað.
  • Um gjalding ikki er móttikin, í seinasta lagi á ásettum gjaldsdegi, verður renta roknað sambært galdandi lóg.

4. Ábyrgd og umsiting av útgerð

Leigarin hevur fulla ábyrgd av útgerðini í øllum leigutíðarskeiðinum.

Hetta umfatar:

  • Skaða, sum hendir vegna feilnýtslu, órøkt ella óhapp
  • Horvna útgerð
  • Skaða orsaka av regni, vindi, hita, kulda ella øðrum, ið kundin eigur at tryggjað útgerðini ímóti
  • Skeivan flutning ella óegnað akfar

Leigarin hevur ábyrgd av at tryggja útgerðina, í mun til veðurumstøður og ta umhvørvið útgerðin verður brúkt í.

5. Tryggingarviðurskifti

Veitarin hevur tryggjað alla av útgerð, sum er í leigu, men hetta avmarkar ikki ábyrgdina hjá leigaranum.

Við leigu uttan teknikara:

  • Vanliga verða 3% løgd afturat faktura fyri trygging.
  • Leigarin hevur skyldu av veita endurgjald fyri skaða, sum tryggingin ikki dekkar, t.d.:
  1. Stuldur

  2. Horvin ella gloymd útgerð

  3. Grovt ósketni

  4. Feilnýtlsa av útgerð

  5. Over-loading, skeiv montering og ótrygg rigging verður roknað sum feilnýtsla og er ábyrgdin hjá leigaranum.

Við útleigu við teknikara:

  1. Hevur leigarin fulla trygging, uttan so at skaði kemur av beinleiðis ávirkan frá leigaranum

Sjálvsábyrgd

Við skaða á leigaða útgerð, er sjálvábyrgdin hjá leigaranum kr. 7.500 fyri hvønn skadda lut. Í ávísum førum kann Veitarin krevja hægri sjálvábyrgd og verður hetta er kunngjørt áðrenn leigu.

6. Uttanduraarbeiði

Við uttandura tiltøk skal leigarin tryggja:

  • At allur pallur, stativ og útgerð er vard ímóti regni og vindi
  • At presendingar eru tøkar
  • At streymur er lagdur sambært sterkstreymskunngerðini
  • At elektrikari er við íbinding, har tað krevst
  • Generatorar skulu vera ætlaðir til ljóð-/ljósframleiðslu og skulu geva reinan og støðugan streym.

Veitarin kann avtryggja uppseting, um mannagongdir ikki eru haldbarar ella tryggar. Feilur í streymskipan, sum skapar skaða á útgerð, verður roknaður sum ábyrgd leigarans.

7. Skaðar, umvæling og endurgjald

Leigarin má undir ongum umstøðum gera umvælingar ella skrúva sundur útgerð uttan loyvi.

Afturbering

  • Útgerðin skal vera rein og í sama standi sum tá ið hon varð útflýggjað
  • Káplar skulu vera kveylaðir
  • Teppir og líknandi tilfar skal vera lagt saman
  • Kassar skulu vera afturlatnir
  • Útgerðin skal vera í sama standi sum við útflýggjan

Veitarin hevur rætt til at skjalprógva skaðar við myndum og video. Hesar myndir verða brúktar sum grundarlag fyri rokning av endurgjaldi.

Veitarin kann harumframt krevja tímaløn fyri reingerð ella uppseting, um hetta ikki er gjørt sambært galdandi treytum.

Endurgjald

  • Allir skaðar verða roknaðir eftir nútímans virði (marknaðarvirði í dag).
  • Um útgerð kann umvælast, rindar leigarin kostnað fyri umvæling.
  • Um útgerð er óbrukilig, rindar leigarin fulla endurgjaldsskyldu sambært núvirðinum (tó í mesta lagi sjálvsabyrgdina sum er galdandi).

Veitarin kann ikki ábyrgdast fyri skaða, sum útgerðin sjálv ger á aðra útgerð, um hetta kemur av feilnýtslu.

8. Sein afturbering

Um útgerð ikki verður latin aftur til avtalaða tíð:

  • Verður leigan roknað víðari sum eykaleiga fram til tann dagin, veitarin hevur fingið útgerðina aftur.
  • Um seinking í afturbering hevur við sær, at veitarin ikki kann halda aðrar avtalur, hevur veitarin rætt til at krevja endurgjald fyri tað tap sum stendst av hesum.

9. Afturhildin rættur til broytingar

Veitarin hevur rætt til at útskifta bílagda útgerð við líknandi útgerð við somu funktión, um upprunaliga útgerðin ikki er tøk.

10. Ábyrgdaravmarking

Veitarin hevur ikki ábyrgd av fylgjandi:

  • Óbeinleiðis tapi, t.d. mistar inntøkur ella avlýst tiltøk orsakað av tekniskum trupulleikum, veðri ella viðurskiftum uttan fyri ræði veitarans.
  • Vinningstapi hjá leigaranum ella triðjaparti.
  • Vanligum sliti, t.d. merki á gólvum, veggum, o.ø. í samband við vanliga upp- og niðurtøku.

Veitarin er ábyrgdartryggjaður, tó við avmarking til 10 mió. krónur. Tryggingarskjal kann sendast eftir ynski.

11. Avlýsing

Við avlýsing av avtalum, hevur veitarin rætt til at krevja fylgjandi:

  • Frá avtalan er galdandi til 60 dagar undan fyrsta leigudag – 30% av samlaðu sáttmálaupphæddini.
  • Frá 59-15 dagum undan fyrsta leigudag – 60%, av samlaðu sáttmálaupphæddini.
  • Frá 14 døgum undan fyrsta leigudag – 100%, av samlaðu sáttmálaupphæddini.
  • Allar avlýsingar skulu fráboðast skrivliga til veitaran.

12. Force majeure

Veitarin er kann ikki ábyrgdast fyri seinkingar ella avgreiðslutrupulleikar vegna:

  1. Veðurforboð
  2. Verkfall / verkbann
  3. Sjúku
  4. Kríggj
  5. Seinkingar frá undirveitarum
  6. Aðrar hendingar sum eru uttanfyri ræðið veitarans

13. Ósemjur

Allar ósemjur verða viðgjørdar sambært føroyskum lógum og við Føroya Rætti sum rættarstað.