VIRTUAL REALITY VISUALISERING

 

Hvat er Virtual Reality?

Virtual reality (VR) er mest framkomna tøkni til visualisering av hølum og bygningum, har ein kann ganga og uppliva bygningin ella høli árenn tað er bygt. Hetta hevur fyrmunir.

hvussu riggar tað?

Brúkarin fær eina “VR brillu” á høvdi har hann kann ganga og hyggja efitr bygninginum, júst sum at hann var inni í honum í verileikanum. Hann kann ganga og hyggja, taka í ting og uppliva bygningin.

Um tekningarnar eru í 3D, (Revit ella líknandi) kunnu vit nýta hesar til VR, fyri at sparða um kostnaðin. Um eingin tekning er í 3D kunnu vit sjálvsakt eisini tekna tað sjálvir.

Hvussu leingi tekur tað?

Alt eftir stødd á bygningji og serligum tørvið.

Um talan er um eini sethús við ongum serligum tørvið, sum er tekna í 3D, kann eitt model gerast innan 24 tímar.

Um talan er um størri virkir/salir/skúlar, við ljósseting, kann tað taka upp til eina viku, alt eftir hvussu nógv skal gerast.

Er talan um eina demo til virkir/salir/skúlar kann hon gerast innan 24 tímar, um tað er tekna 3D.

Fyrimunir

  • Ein heildartekning sum er løtt at hyggja eftir.

  • Finn villur í ikki eru lættar at síggja á skur/plan tekningum.

  • Fáa eina kenslu av rúmdini í byggninjinum.

  • Hygg at býgninginum frá øllum sjónarmiðum.

  • Tryggja tær at alt er har tað skal vera.

Hvat ber til?

Stutt sakt ber alt til. Vit forritað og avgreiða alt sjálvir. tú fært júst tað tú biðir um. Um tað er veruliga ljóssetan, fjøll úttanfyri, trøð, verulig ljóð ella video tú hevur tørv á, so klára vit tað.

Serligar tørvir klára vit eisini, um tað er ein broyting í hvussu útgerðin skal brúkast ella bara at hava fleiri funktónir við, sum t.d at taka myndir inni í “brilluni”.

Tænasta til arkitektar

Tænastan er sera góð fyri arkitektar ið vilja imponera kundan við einum góðum upplivilsi á byggjifundinum, uttan at skula brúka tíð og orku uppá forritan, uppsetan og fyrireiking av slíkum. Alt hetta klára vit.
Soleiðis at arkitekturin kann fokusera uppá tað sum hevur meira týdning.

Vit veita eisini serlig amboð til arkitektar soleiðis at ein rundvísing kann gerast skjótt og effektivt.